Suzuki Liana
Í fleiri ár stjørnan millum allar bilar við "rímiligum prísi" á sendingini Top Gear í BBC. Liana kom fyrstu ferð á marknaðin fyri Baleno í 2001 sum ein hatchback við 5 hurðum. Aðrastaðni verður hann kallaður Aerio. Navnið Liana fekk hann sum eina stytting av "life in a new age". Hann varð ikki tann stóri seljarin fyrrenn hann varð stylaður av nýggjum í 2004. Tá varð hann marknaðarførdur sum tann bíligasti og ein tann best útgjørdi meðalflokksbilurin - og í Føroyum gjørdist hann millum mest álítandi, best umtóktu og mest seldu bilar nakrantíð.
| MODEL | Hk. | Hurðar | km/l | Prísir | |
|---|---|---|---|---|---|
| 1,6i Bensin GL | 106 | 5 | 14,5 | kr | 184.990 |
| 1,6i Bensin S | 106 | 5 | 14,5 | kr | 199.990 |
|
1,6i Bensin GL Automatic |
106 | 5 | 13,3 | kr | 204.990 |
