Suzuki Jimny
Søgan um smáu 4x4 Suzukibilarnar byrjar í 1969. Jimny er heimsins minsti ektaði jeppur við fýrahjólsdrevi. Fyrstu bilarnir høvdu nummur sum SJ410 og SJ413, onkunstaðni var lítli jeppurin kallaður Sierra og onkunstaðni Jimny. Ikki fyrr enn í 1998 fekk hann sama navn - Jimny - á øllum marknaðum, men navnið hevur verið brúkt síðan 1970. Hann fæst bara við 2 hurðum sum SUV ella Convertible. Bilurin er vælumtóktur til aktivt brúk og arbeiðsbrúk, men eisini sum opin summarbilur og sum gentubilur í lekrum litum.
| MODEL | Hk. | Hurðar | km/l | Prísir | |
|---|---|---|---|---|---|
| 1,3i Bensin JLX | 85 | 4 | 13,5 | kr | 170.990 |
| 1,3i Bensin SE | 85 | 4 | 13,5 | kr | 176.990 |
