Suzuki ALTO

Tann lítli bilurin við tí nógva plássinum.

Í mai 1979 kom ein Suzuki Alto fyrstu ferð á marknaðin við 3. cyl motori og 539 kubikkum. Í 1983 fekst hann við 4x4. Í 1988 kom hann við 3 og 5 hurðum og varð seldur um alt Evropa, framvegis við 3 cyl. motori. Í 1993 fekst hann við 3 og 5 hurðum við 800 cc 3. cyl motori. Fjórða ættarliðið av Alto kom í 1994, fimta í 1998, og nú gjørdist hann kendur her hjá okkum. Í 2002 kom Suzuki Alto við 5 hurðum.  2011 hevur nógv gott við sær frá Suzuki Alto. Fyrsta útgávan av verandi sniðið, er sera vælmóttikin um allan heim og ikki minst her heima í Føroyum.

Nýggja útgávan hevur sum standardútgerð m.a. ESP (Electronic Stability Program), TCS (Traction Control System), dupult front  airbags, Síðuairbags og eisini gardinuairbags, selatáttarar við trýstavmarkara, ISOFIX-lás til barnastólar.

Eisini hevur nýggi Suzuki Alto fjarðstýrt sentrallás, el-rútar framman og annað, hóast alt hetta kostar hann úr bara 129.990,-

Ein einfaldur lítil og bíligur bilur við tí mest neyðuga - og góðum plássi!