Scania

Scania - ímyndin av kvaliteti og slitstyrki

Síðan einaferð í 60-unum hava Scania lastbilar og bussar sett sín dám á ferðsluna á føroysku vegunum. Scania avloystu Austin/Morris og Bedford lastbilarnar, sum vóru næstan einaráðandi á marknaðinum við lastbilum og bussum.

Søgan hjá Scania byrjar í 1900, tá Maskinfabriks AB Scania varð stovnað í Malmö í Svøríki. Í 1911 leggja Scania saman við eini aðrari svenskari lastbilaverksmiðju, Vagnsfabriks Aktiebolaget í Södertälje, sum var stovnað í 1891. Frá hesi verksmiðju kom navnið Vabis. Samanlagda fyritøkan fekk navnið AB Scania-Vabis. Scania-Vabis leggja í 1969 saman við Saab, og verða til Saab-Scania AB. Tá so Saab-Scania Corporation varð sundurgreinað í 1995, varð navnið á lastbila- og buss divisiónini broytt til Scania AB. Í mong ár var kenda Wallenberg familjan í Svøríki høvuðspartaeigari í Scania.

Scania framleiða stórar lastbilar og bussar. Teir útflyta lastbilar og bussar til yvir 70 lond, samstundis sum teir verða eisini framleiddir og uppbygdir í nógvum londum kring allan heim.

Scania leggja stóran dent á, at teirra lastbilar og bussar altíð eru dagførdir við tí mest framkomnu tøknini sum finst, bæði hvat trygdarskipanum, økonomi og umhvørvi viðvíkur. Scania er framvegis sera væl umtóktir í føroysku flutningsvinnuni, har teir eru ímyndin av slitstyrki og komforti á høgum støði.