Land Rover

Off-road kongurin Land Rover

Síðan framleiðslan av Land Rover byrjaði í 1948, hava teir ligið á odda og verið fyrimyndin hjá øðrum off road akførum, sum síðan eru komin á marknaðin. Gjøgnum árini hava Land Rover ment seg ómetaliga nógv og hava í dag alt frá tí einfalda off-roadarum Defender til stóra luksusjeepin Range Rover.

Tað heila byrjaði á Rover bilverksmiðjuni í Solihull í Onglandi í 1945, tá hugskotið til Land Rover kom. Hetta var beint eftir seinna heimsbardaga, og bretska stjórnin stuðlaði bilverksmiðjunum í at framleiða bilar, bæði til heimamarknaðin og til útflutnings, fyri at fáa útlendska valuta. Fyrsta Land Rover prototypan, sum varð liðug í 1947, var faktiskt bæði bilur og traktorur við t.d. rattinum í miðjuni eins og ein traktorur. Í 1948 var Land Rover presenteraður fyri fyrstu ferð, hetta var á Amsterdam Motor Show.

Tá framleiðslan síðan fór í gongd, vísti tað seg, at áhugin var sera stórur fyri einum slíkum 4x4 jeepi, serliga millum bøndur og skóghøggarar. Eftirspurningurin varð so stórur, at Land Rover eisini vórðu gjørdir upp á lisens í Belgia og í Týsklandi, og teir vóru seldir um ein stóran part av heiminum. Fyrstu árini fingust teir bert við bensinmotori, men longu í 1955 fingust teir eisini við dieselmotori. Tá kappingarneytarnir hjá Land Rover, amerikansku Jeep, gjørdu stórar luksusjeepar, vildu Land Rover eisini hava ein slíkan, og í 1970 komu teir so við luksusjeepinum Range Rover við t.d. spiralfjaðrum, skivubremsum og V8 motorum.

Miðskeiðis í 70-unum blivu Rover og Land Rover partur av samtakinum British Leyland Motor Company, saman við øðrum enskum bilmerkjum. Í 1978 varð Land Rover Limited stovnað sum sjálvstøðugur partur av British Leyland. Seinni varð Rover Group stovnað við bæði Rover og Land Rover, og í 1988 varð Rover Group selt til British Aerospace. Í 1989 kom ein nýggjur Land Rover í familjuna. Talan var um Discovery, sum var ein minni og lættari jeepur enn Range Rover. Tá tann upprunaligi Land Rover í 1992 eisini skuldi seljast í USA, fekk hann navnið Defender.

Í 1994 vóru Land Rover saman við Rover yvirtiknir av týsku BMW. Í sambandi við at Land Rover hátíðarhildu sítt 50-ára jubileum í 1998, kom Freelander, sum ein heilt nýggjur bilur, at kappast við aðrar SUV (Sport Utility Vehicle) á marknaðinum.