Heimasíðan knasandi gott ummæli
Heimasíðan hjá Berg Motors, sum hevur nú virkað í eina tíð. Varð ummæld í blaðútgávuni av Vinnuvitan tann 31. januar. Ummælið má sigast at vera heilt ótrúliga nøktandi fyri Berg Motors. Ummælarin sparir ikki uppá jaligu lýsingarorð og sigur at hetta vera tað "reina krem frá Berg Motors". Víðari kann man eisini lesa, hvat orsøkirnar eru til hetta.
Heimasíðan fær "6 glitrandi stjørnur", sum er tað mest møguliga.
Vit vilja eisini undirstrika, at tað als ikki er av tilvild, at heimasíðan hevur staðið seg so væl. Øll, sum hava verið við í hesum projektinum, hava arbeitt sera dúgliga fyri at framleiða eina so góða heimasíðu sum gjørligt, og saman við Knassar hevur hetta eydnast okkum til fulnar.
Heimasíðan liggur á økisnøvninum www.bergmotors.fo og www.bm.fo .

